Innanlands

Tilboðini upp á útstykkingina uppi á Middagsvarða latin upp

5 fyritøkur lótu boð inn

Mynd: Sørvags kommuna

Mynd: Sørvags kommuna

2018-08-27 17:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tilboðini upp á útstykkingina til 18 grundstykkir uppi á Middagsvarða í Sørvági vórðu latin upp í dag.

Tað vóru 5 fyritøkur, ið lótu boð inn:

Lægsta boðið var á 5.388.808,21 kr., meðan hægsta boðið var á 7.200.240,00 kr.

Tilboðini vóru hesi:

  • Sp/f K.J.O
    kr. 5.388.808,00

  • Sp/f Maskingrevstur
    kr. 6.283.950,00

  • J&K Petersen
    kr. 6.892.796,21

  • Sp/f HZ Gravmaskinur
    kr. 6.902.640,00

  • Sp/f Desk
    kr. 7.200.420,00

Tilboðini eru uttan MVG. Metingin var kr. 5.147.551,00.

Áðrenn endalig støða verður tikin, verða tilboðini gjøgnumgingin av Sp/f Westtech og HMP Consult, skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðu síni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder