Innanlands

Tilmælið fyri mest loyvdu veiðu av makreli lækkar heili 42%

ICES hevur í dag almannakunngjørt mest loyvdu veiðu fyri makrel og svartkjaft komandi ár

2018-09-28 13:46 Author image
Oda Strøm
placeholder

ICES hevur í dag almannakunngjørt mest loyvdu veiðu fyri makrel og svartkjaft komandi ár. Tað skrivar Havstovan.

Fyri norðhavssild verður tilmælið ikki tøkt fyrr enn seinni, helst 22. oktober, tí ein umsitingarætlan fyrst skal ásetast av strandarlondunum.

Talan er um eina 42% lækking í kvotuni av makreli í mun til í fjør. Fyri svartkjaft lækkar tilmælið 18% samanborið við í fjør.

Makrelur
Tilmælið fyri makrel er 318 403 t fyri 2019, og hetta er ein minking upp á 42% samanborið við tilmælið fyri 2018. Makrelstovnurin var í vøkstri fram til 2011, men síðani tá er stovnurin minkaður aftur. Stovnsmetingin vísir at gýtingarstovnurin er 2,57 mill. t og er hetta minni enn tað, sum sambært umsitingarætlanini er markið fyri nær neyðugt er at vísa varsemi. Tað er fyrstu ferð síðani 2007 at støddin á makrelstovninum er undir hesum markinum, og hevur hetta við sær at reglan í umsitingarætlanini, um at TAC ikki kann minka meira enn 20%, gerst óvirkin.

Veiðutrýstið minkaði frá miðskeiðis í 0'unum, men er vaksið aftur síðani 2012 og hevur síðani tá verið omanfyri hámarkið fyri nær mett verður at veiðan er burðardygg (Fmsy=0.21). Veiðitrýstið er hækkað nógv síðstu fýra árini og fór í 2018 upp um tað, sum sambært umsitingarætlanini er ásett sum hættisliga nógv veiða (Fpa=0.35). Tilgongdin hevur verið góð síðani fyrst í 2000, men 2015 og 2016 árgangirnir er mettir at vera undir miðal. Leinkja til ICES tilmælið.

Svartkjaftur
Tilmælið fyri svartkjaft upp á 1,14 mill. t fyri 2019 er 18% minni enn tilmælið fyri 2018. Veiðitrýstið er vaksið síðani søguliga lágmarkið í 2011 og hevur síðani 2014 verið væl omanfyri veiðutrýstið, ið umsitingarætlanin ásetur sum markið fyri nær veiðan er burðardygg (Fmsy=0.32).

Gýtingarstovnurin er minkaður síðani 2017, men er enn væl oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. Nógvir góðir árgangir eru komnir undan seinastu árini, tó vera 2016 og 2017 árgangirnir mettir at vera undir miðal, og kann tí framhaldandi roknast við at stovnurin minkar. Leinkja til ICES tilmælið.

Norðhavssild
Fyri norðhavssild gevur ICES ikki nakað tilmælið fyrr enn strandarlondini hava ásett nýggja umsitingarætlan.

Gýtingarstovnurin av norðhavssild er 3,184 mill. t í 2018 og er tað oman fyri nýggja markið í umsitingarætlanini fyri nær varsemi skal vísast. Veiðitrýstið minkaði í tíðarskeiðinum 2010-2015, men er vaksið síðani. Norðhavssildin hevur verið í minking síðani miðskeiðis í 0'unum, av tí at tilgongdin hevur svikið hetta tíðarskeiðið. Tó er ein glotti at hóma, nú 2016 árgangurin er mettur at vera oman fyri miðal. Leinkja til ICES viðgerð av NEAFC fyrispurningi

Talvan niðanfyri vísir tilmælið ella mest loyvdu burðardygga veiðu (í tonsum) fyri svartkjaft og makrel í 2019 og broytingarnar frá 2018. Eisini síggjast strandarlandakvoturnar (CS TAC) og mett veiða í 2018.

 

Tilmælið 2018

CS TAC 2018

Mett veiða 2018

Tilmælið 2019

Broyting í tilmæli 2019

Munur tilmælið 2019 og CS TAC 2018

Svartkjaftur

1387872

1387872

1712874

1143629

-18%

-18%

Makrelur

550948

816797*

1000559

318403

-42%

-61%

* CS TAC fyri makrel var sett við regluni um í mesta lagi 20% broyting í TAC sambært umsitingarætlanini

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder