Í dag fer Mentanarvikan í Runavíkar kommunu av bakkastokki, og eitt av fyrstu tiltøkunum verður eitt serstakt hugnakvøld í Skótahúsinum við Løkin.
Talan er um eitt tiltak fyri sangskrivarar, tónleikarar og áhugaði sum heild, har fimm sangskrivarar – heiðamaðurin Beinir Troest, glyvramaðurin Niclas Johannesen saman við Lenu Anderssen, søldfirðingurin Marius Ziska, og skálamaðurin Hans Jacob Kollslíð – hittast at práta og hugleiða um tað at skriva sangir og tekstir.
Tey fara at velja løg hjá hvør øðrum og fregnast um tankar og tilgongd aftan fyri endaliga úrslitið av útvaldu sangunum, ið fara at ljóma úr hátalarunum.
Aftan á ein steðg verður orðið frítt, og spurningar kunnu setast úr salinum.
Tiltakið verður, sum áður nevnt í Skótahúsinum við Løkin, í kvøld klokkan 19. Tiltakið er ókeypis, skrivar Visit Runavík í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald