Upptøkuroyndirnar í X Factor eru lidnar, og greitt er at tveir føroyingar komu víðari. Í endanum á X Factor sendingini í kvøld, skuldu dómararnir taka støðu til hvør skuldi sleppa víðari - til tað sum í ár verður 6 Chair Challenge.
Áður hevur tað verið 5 Chair Challenge, og hvør dómari hevur havt ein flokk. Tað vil solistar undir 23, solistar eldri enn 23, umframt ein bólk. Soleiðis verður ikki í ár, tí tá upptøkuroyndirnar vóru lidnar, avdúkaði Sofie Linde at dómararnir fingu ein úr hvørjum flokki.
Tey skuldu blíva samd um fýra luttakarar í part úr hvørjum flokki, sum skuldu fáa møguleikan í 6 Chair Challenge.
Í fyrsta parti av X Factor vann 25 ára gamli toftamaðurin, Kári Fossdalsá, sum er búsitandi í Aalborg, seg víðari í kappingini, meðan vit seinasta fríggjakvøld sóu 18 ára gomlu Tinu Mellemgaard úr Hoyvík rúnarbinda dómararnar og syngja seg víðari í kappingini.
Aftur í kvøld gekk eftir vild. Tey bæði føroysku umboðini eru høgt í metum hjá teimum trimum dómarunum, og Kwammie Liv valdi Tinu Mellemgaard millum sínar fýra solistar undir 23 ár, og Martin Jensen vald Kára Fossdalsá í millum síni millum tey sum eru eldri enn 23 ár.
Tey eru sostatt millum 36 teir síðstu luttakararnar í X Factor 2022.
Kári Fossdalsá av Toftum (Skíggjamynd: TV2 Play)
Martin Jensen nevndi elektroniskan tónleik sum ein veg at fara við Kára Fossdalsá. Hvussu og um tað fer at eydnast síggja vit í 6 Chair Challenge næsta fríggjakvøld.
X Factor sæst fríggjakvøld á danska TV2 klokkan 19 føroyska tíð, og verður sent í sjónvarpinum hjá KVF eftir Gekkin.
Les eisini: Kári Fossdalsá sjarmeraði seg víðari í X Factor
Les eisini: Dragandi røddin hjá Tinu rúnarbant X Factor dómararnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald