placeholder
Innanlands

Tingið kemur saman aftur í dag

Á skrá verða fýra 1. viðgerðir - m.a. tunlarnir norður um Fjall

(Savnsmynd, Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd, Jens Kr. Vang)

2018-09-10 07:54 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í dag klokkan 13:30 verður tingfundur aftur fyri fyrstu ferð síðan 21. august.

Á skrá eru fýra fyrstu viðgerðir - uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árini 2016/2017, sum verða viðgjørd undir einum og síðan beind í Rættarnevndina, og Varskógvaralógin, sum verður beind í Fíggjarnevndina.

Harafturat verður fyrsta viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð (Tunlar norður um Fjall).

Uppskotsstillararnir (Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, Jenis av Rana, Joen Magnus Rasmussen, Bárður Nielsen, Magnus Rasmussen, Jacob Vestergaard, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Bjørn Kalsø, Jógvan á Lakjuni og Jógvan Skorheim) ynskja lutvíst at knýta tunlarnir norður um Fjall upp í Norðoyatunnilin, sum er við at vera útgoldin, og skjóta upp at broyta lógina fyri Norðoyatunnilin, so tunnilsfelagið fær heimild saman við Landsverki at brúka pening hjá partafelagnum til at fyrireika nýggja farleið norður um Fjall. 

Málið verður beint í Rættarnevndina eftir 1. viðgerð.

Tingfundurin í dag klokkan 13:30 verður stroymdur beinleiðis her. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder