Uttanlands

Tjóðartingið í Bretlandi sent heim

Valstríðið í Bretlandi undan valinum 4. juli er nú av álvara byrjað

Labour leiðarin Keir Starmer, her saman við konu síni Victoria, stendur til at fáa eitt gott val 4. juli (Mynd: EPA)

Labour leiðarin Keir Starmer, her saman við konu síni Victoria, stendur til at fáa eitt gott val 4. juli (Mynd: EPA)

2024-05-30 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tjóðartingið í Bretlandi varð á midnátt midnátt sent heim, og virkar ikki aftur fyrr enn val hevur verið til undirhúsið 4. juli.

Hetta merkir, sambært BBC, at bretskir tinglimir missa sína støðu sum fólkavaldir, og skulu nú føra valstríð fyri at sleppa at halda fram í sessinum.

Harumframt missa stjórnin og stjórnarlimirnir nakrar av sínum heimildum fram móti valinum.

Tað var í farnu viku, at konservativi forsætisráðharrin, Rishi Sunak, óvæntað skrivaði út nýval til bretska tjóðartingið. Hetta hendi mitt í eini tí, har konservativi flokkurin stendur til at fáa ein lúsing frá veljarunum.

Flestu veljarakanningar vísa, at konservativi flokkurin er umleið 20 prosentstig aftan fyri Labour, við Keir Starmer á odda.

Stórabretland er býtt upp í 650 valdømi, sum hvørt velur ein persón at umboða seg í tjóðartinginum.

Tann flokkur ella flokssamgonga, sum fyrst fær ein meiriluta á 326 sessir vinnur valið, og fær harvið møguleikan fyria t skipa stjórn og útnevna forsætisráðharra.

Labour sat seinast á valdinum, tá Gordon Brown var stjórnarleiðari frá 2007 til 2010.

Starmer segði í farnu viku, at komandi val snýr seg um broytingar.

- Ein atkvøða fyri Labour er ein atkvøða fyri støðufesti – búskaparligum og politiskum, segði hann.

Síðan seinasta val í 2019 hava bretar havt tríggjar stjórnarleiðarar. Tann fyrsti var Boris Johnson, sum vann sær sannførandi valsigur við lyftum um at føra bretar trygt úr ES eftir Brexit fólkaatkvøðuna í 2016.

Eftir fleiri gølur tók hann seg aftur. Hann varð avloystur av Liz Truss, sum einans fekk 49 dagar í sessinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder