Tjóðsavnið gevur í hesum døgum út bókina Skónir í Føroyum.
Tað er Anna Maria Fosaa sála, sum hevur skrivað bókina. Anna Maria var plantufrøðingur og starvaðist síðani 1996 á Føroya Náttúrugripasavni, sum nú er partur av Tjóðsavninum. Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri skónum, og hennara serritgerð til master prógvið í 1987 var um skónir í Føroyum. Sum aðrir føroyskir granskarar mátti hon arbeiða innan nógv ymiskt øki.
Hennara doktararitgerð í 2003 var um plantuvøkstur á føroysku fjøllunum við serligum atliti at veðurlagsbroytingunum.
Hóast hetta fjølbroytta virksemi var áhugin fyri skónum tó framvegis líka stórur, og tí fór Anna Maria fyri nøkrum árum síðani undir at fyrireika eina bók um evnið.
Í bókini verður kunnað um ein part av okkara náttúru, sum flestu føroyingar munnu hava sæð túsund ferðir, men sum fáur man hava hugsað nógv meira um. Bókin er úr góðum tilfari, soleiðis at hon er løtt av hava sum eina hondbók við sær út í náttúruna. Í bókini er fyrst ein almenn lýsing av skónum og hvar tær eru at finna í føroysku náttúruni. Síðan verða næstan hundrað úrvald føroysk sløg av skónum lýst við teksti og myndum. Aftast í bókini eru yvirlit yvir skrásettar skónir, føroysk heiti og heimildir.
Grunnurin Føroya Náttúra-Føroya Skúli hevur stuðlað bókaútgávuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald