Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði triðja og seinasta uppstillingarfund til løgtingsvalið í gjár, og hevur nú kunngjørt nøvnini á teimum 13, sum stilla upp fyri felagið til løgtingsvalið 31. august.
Millum tey 13 eru øll núverandi ting- og landsstýrisfólk hjá felagnum, nevniliga Høgni Hoydal, Kristina Háfoss, Magni Arge, Annita á Fríðriksmørk, Bjørt Samuelsen og Katrin Kallsberg.
Nøvn, sum ikki eru við í mun til seinasta val eru tey bæði ungu, Petur Háberg og Kristina Clementsen, sum hava sitið á tingi sum eykafólk í hesum valskeiðinum og so Jákup Dam úr Kollafirði, sum umboðar flokkin í býráðnum, men ikki stillar upp hesaferð. Heldur ikki Maud Wang Hansen stillar upp aftur, og sostatt eru Kollafjørður og Nólsoy ikki umboðað á listanum hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hesaferð.
Tey, sum stilla upp eru: Magni Arge, Høgni Hoydal, Vígdis Johannesen, Jón Kragesteen, Annita á Fríðriksmørk, Snorri Patursson, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Bjørt Samuelsen, Turið Horn, Uni Árting, Katrin Kallsberg, Kristina Háfoss og Dánial Jákup Jakobsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald