Til og við 16. august 2018 ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til bachelorútbúgvingar, hjánám og masterútbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.
Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær fyrst bjóðað lestrarpláss.
Tøk pláss eru á hesum bachelorútbúgvingum og hjánámum:
- A.í føroyskum - Mál og bókmentir
- A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
- S.Sc. í samfelagsvísindum (Politikkur og umsiting)
- S.Sc. í samfelagsvísindum (Sosialvísindi og samfelagsplanlegging)
- Sc. í havlívfrøði
- Sc. í mýlalívsvísindum
- Sc. í vistfrøði
- Hjánám í føroyskum
- Hjánám í politikki og umsiting
- Hjánám í sosialvísindum og samfelagsfrøði
- Hjánám í søgu
Umsóknarblað til bachelor og hjánám fæst HER.
Harumframt eru eisini tøk lestrarpláss á hesum masterútbúgvingum:
- A. í søgu - smátjóðir og altjóðagerð
- S.Sc. í politikki og umsiting
- S.Sc. í sosialvísindum og samfelagsplanlegging
- A. í løgfrøði
- Sc. í heilsuvísindum
Umsóknarbløð til masterútbúgvingarnar:
Masterlæra (Søga, Politikkur og umsiting og Sosialvísindi og samfelagsplanlegging)
MA í løgfrøði
M.Sc. í heilsuvísindum
Umsóknir og skjøl, sum t.d. av rit av miðnámsprógvi ella øðrum prógvi, skulu sendast til lestur(at)setur.fo.
- Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald