15 fólk hava lagið lív og 70 hava fingið skaða í eini álvarsligari tokvanlukku í Meksiko býi. Tað upplýsir borgarstjórin í meksikanska høvuðsstaðnum, Claudia Sheinbaum, í morgun fyri Reuters.
Vanlukkan hendi mánakvøldið lokala tíð, tá partur av eini hábreyt sakk saman, meðan eitt tok koyrdi eftir henni, og datt niður yvir bilarnar, ið koyrdu undir.
Claudia Sheinbaum, borgarstjóri, skrivar á Twitter, at bjargingarfólk eru á staðnum og royna at bjarga mannalívum.
Á eini video, ið er løgd út á sosialu miðlarnar og send á sjónvarpsstøðum sæst, hvussu bjargingarfólk royna at finna fram til livandi undir leivdunum.
Meksiko býur er millum heimsins størstu býir, og tokskipanin flytir árliga umleið 1,6 milliardir fólk.
Tað er bert í New York City, at tokskipanin – the subway – flytir fleiri fólk, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald