Uttanlands

Tokførarin føldi at okkurt var galið

Tað var týðiligt at okkurt var galið áðrenn vanlukkan á Stórabeltsbrúnni hendi

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-04 12:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tokførarin á IC4-tokinum, sum mikumorgunin varð rakt av einum trailara á Stórabeltsbrúnni, føldi at okkurt var galið áðrenn vanlukkan hendi. Tokvanlukkan er tann ringasta í Danmark í 30 ár.

- Tokið risti. Hann sá koyrileidningarnar svinga, sigur sakførarin hjá tokføraranum.

Stormur var tann morgunin, og brúgvin var stongd fyri bilkoyring. Vindurin var so harður, at tokførarin valdi at seta ferðina niður. Tá góðstokið nærkaðist sá hann gneistar.

- Neistar frá koyrileidningunum er ikki óvanligt. Men hesir gneistarnir vóru longri niðri, sigur sakførarin við TV2.

Lítla løtu seinni sá tokførarin okkurt hanga út frá góðstokinum, og hevði beina leið móti honum. Fá sekund seinni brast saman.

Trailarin var tætt við at raka tokføraran. Eftir samanbresti grulvaði hann úr stýrihúsinum og út til ferðafólki. Sakførarin sigur, at ferðafólki vóru bilsin um at tokførarin yvirlivdi samanbrestin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder