Uttanlands

Tokvanlukkan á Stórabelti – øll átta eru nú eyðmerkt

Bert talan um danskar ríkisborgarar – ein teirra var búsitandi í Grønlandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-01-04 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rættarlæknar eru nú lidnir við at eyðmerkja líkini av teimum átta, sum lótu lív í tokvanlukkuni á Stórabelti mikudagin.

Tey átta eru:
Ein 27 ára gomul kvinna frá Miðfjóni
Ein 28 ára gomul kvinna frá eystara parti av Fjóni
Ein 45 ára gomul kvinna frá Odense
Ein 59 ára gomul kvinna frá Stór-Keypmannahavn
Ein 60 ára gomul kvinna frá Odense
Ein 30 ára gamal maður frá Aarhus
Ein 51 ára gamal maður frá Norðurfjóni
Og ein 30 ára gamal maður úr Norðurjútlandi, búsitandi í Nuuk í Grønlandi.

Eingin av teimum deyðu vóru í slekt við hvørtannað, og allir vóru danskir ríkisborgarar. Tey avvarðandi eru fráboðað, skrivar løgreglan á Fjóni í tíðindaskrivi í morgun.

Løgreglan skrivar eisini, at kanningararbeiðið av vanlukkuni heldur fram, og at ein skaðanevnd er í holt við at fáa greiði á, hvat hendi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder