Innanlands

Tórshavnar býráð samtykt leigusáttmálan um økið til tjóðleikhús

Nú er greitt, at Tjóðleikhúsið skal liggja á Eystaru bryggju. Ein meiriluti í Tórshavnar býráð samtykti í kvøld leigusáttmálan til økið

2024-07-03 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein meiriluti í Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi í kvøld leigusáttmálan millum Tórshavnar kommunu og Almanna- og mentamálaráðið um økið at staðseta nýtt tjóðleikhús.

Eitt økið á 4.000 m² verður sett av til byggiøki á Eystaru bryggju til nýggjan tjóðpall.

[object Object]

Sambært samtyktini er ásett, at leigarin sleppur inn á økið, tá ið verkætlanin er liðugt projekterað og hevur fingið myndugleikgóðkenning frá byggivaldinum. Eisini skal fornminnismyndugleikin góðkenna ætlanina við atliti at árinum á Tinganes og Skansan.

Aftrat skal eisini váttan fyriliggja, at fígging er tøk til at fremja alla verkætlanina.

Tíðarfreist er sett á soleiðis, at er ongin bygging farin fram á leigaða økinum í seinasta lagi 1. apríl 2029, so kann útleigarin siga upp leigumálið at fara úr gildi 31. desember 2029.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder