Tórshavnar Býráð tók í gjárkvøldið undir við uppskot um tilboð til børn við autismu. Talan er um 3-5 børn, sum ganga í Skúlanum á Trøðni, men sum skulu hava frítíðarskúlatilboð. Kommunan hevur mett, at tørvurin hjá hesum bólki kemur ikki undir ásetingarnar í grein 5 í dagstovnalógini, og hevur tí saman við Kommunufelagnum roynt málið sbrt. stk. 3 í nevndu lógargrein. Kommununi er álagt at veita stovnspláss og námsfrøðilig tilboð til nøkur børn, ið hava serligan tørv, og avgerð er nú tikin um, at kommunan skal veita tilboðið.
Talan er um børn við fjøltáttaðum og umfevnandi menningaravbjóðingum, ið ikki kunnu vera saman við vanligum børnum á dagstovni. Talan er um børn við autismu. Tí er neyðugt at skipa serstakt tilboð til børnini, harundir hølisumstøðurnar og í mun til fakøki, har neyðugt er við settum ergoterapeuti.
Gjørt er uppskot til leigusáttmála við Landsverk vegna Mentamálaráðið. Leigumálið eru høli í grannabygningi hjá Skúlanum á Trøðni, ið er ein fyrimunur fyri børnini. Talan er ikki um at skipa nýggjan stovn, men eindin verður løgd undir Frítíðarskúlan í Kongagøtu.
Umsitingin metir, at við hesum avgerðum, har kommununi er álagt at skipa frítíðarskúlatilboð til henda bólk, er ósamsvar millum lóg og ábyrgd millum kommunurnar og landið (Almannaverkið). Málið eigur tí at verða lagt fyri Kommunufelagið at taka upp við landsstýrið, til tess, antin at halda seg til lógina, ella at broyta lógina.
Býráðið tók í gjárkvøldið við stórum meiriluta undir við, at tilboðið verður skipað sum eind undir Frítíðarskúlanum í Kongagøtu, og at lagt verður upp fyri nýggja fíggjartørvinum í fíggjarætlanin 2019, skrivar kommunan á heimasíðu síni. Útreiðslur í inniverandi ári verða fíggjaðar innan verandi játtanir.
Innanlands
Tórshavnar Býráð tók undir við uppskot um tilboð til børn við autismu
Talan er um 3-5 børn, sum ganga í Skúlanum á Trøðni, men sum skulu hava frítíðarskúlatilboð
Mynd: Tórshavnar kommuna
2018-08-31 12:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald