Kjartan Kristiansen var ein rættiliga sjónskur býráðsskrivari hjá Tórshavnar kommunu, frá tí hann tók við 8. juni 1970 til hann fór frá 30. juli í 1987. Hann gjørdist rættiliga kendur eftir at býarplanurin varð gjørdur fyrst í sjeytiárunum og almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu varð samtykt, samstundis sum ein vegaætlan varð gjørd.
Hetta førdi millum annað til, at samráðast skuldi við eitt ótal av fólki um ognartøkur, til dømis tá Bøkjarabrekka, R.C. Effersøesgøta og Konmansmýra skuldu gerast. Kjartan stóð fyri hesum arbeiði at útvega øki samsvarandi nýggju býarætlanini, og arbeiðið hepnaðist samanlagt væl. Kjartan sat sum sagt til 1987, tá Høgni Mohr tók við, skrivar Tórshavnar kommuna í minning um Kjartan Kristiansen.
Kjartan andaðist í heiminum nú mánadagin, 77 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Dómkirkjuni leygardagin kl. 12.
Innanlands
Tórshavnar kommuna minnist Kjartan Kristiansen
Kjartan Kristiansen var býráðsskrivari í 17 ár. Mánadagin andaðist hann í heimi sínum.
Mynd: Tórshavnar kommuna
2018-09-06 13:35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald