Innanlands

Tórshavnar kommuna og Felagið Tórshavn hava undirskrivað avrikssáttmála

Hann er galdandi fyri í ár og næsta ár, tá hildið verður fram við at seta seinastu átøkini í nýggja ferðavinnupolitikkinum í verk

Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn, Jóan Petur Hentze, kommunustjóri,  Elsa Berg, borgarstjóri og Henny á Líknargøtu, forkvinna í Felagnum Tórshavn, skrivaðu undir sáttmálan í morgun

Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn, Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, Elsa Berg, borgarstjóri og Henny á Líknargøtu, forkvinna í Felagnum Tórshavn, skrivaðu undir sáttmálan í morgun

2025-03-06 20:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur í dag undirskrivað ein sonenvdan avrikssáttmála við Felagið Tórshavn.

Felagið Tórshavn fevnir um City Tórshavn, sum verður fíggjað við limagjaldi og øðrum inntøkum frá m.ø. tiltøkum av ymsum slag, og Visit Tórshavn, ið er fíggjað við stuðulsjáttanum frá Tórshavnar kommunu.

- Endamálið hjá Visit Tórshavn er at arbeiða ítøkiliga við ferðavinnu, marknaðarføring og menning av vinnuferðavinnu. Har til hoyrir m.a. at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag í kommununi, at kunna um tiltøk og sum heild, at menna ferðavinnuna í Tórshavnar Kommunu á burðardyggan hátt.

Í 2025 og 2026 verður hildið fram við at seta seinastu átøkini í nýggja ferðavinnupolitikkinum í verk. Eisini fer Visit Tórshavn m.a. framhaldandi at skipa fyri førleikamennandi tiltøkum fyri ferðavinnuna, at skelta til ferðafólk og kunna um gonguleiðir í kommununi og mangt annað, ið mennir Tórshavnar kommunu sum ferðamál.

[object Object][object Object]

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder