Innanlands

Tórshavnar kommuna til Reykjavíkar

Tórshavnar kommuna er heiðursgestur á mentanarnáttini í Reykjavík

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-08-17 12:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Leygardagin verður Mentanarnátt í Reykjavík, og hesa ferð er Tórshavnar kommuna boðin við sum heiðursgestur. Borgarstjórin og mentamálanevndin fara í hesum sambandi á vitjan í Reykjavík, har tey fara at vitja á ymsum stovnum, og við á ferðini eru spennandi føroysk listafólk, ið fara at framføra og sýna fram á Menningarnóttini.

Annika Olsen fer saman við borgarstjóranum í Reykjavík, Daguri B. Eggertson, at seta Menningarnóttina á Ráðhúsinum leygardagin, eftir at hon hevur runnið hálvt marathon í býnum. Seinnapartin leygardagin verður móttøka á Sendistovu Føroya, har Annika Olsen fer at bjóða vælkomin, og Lena og Niclas fara at spæla, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Heiðrik á Heygum og kórið Xperiment fara at spæla eftir setanina á Ráðhúsinum og seinni í Hørpuni. Eisini lata forvitnisligar framsýningar upp á Ráðhúsinum. HAV er framsýning við klæðum, ið eru framleidd úr tilfari úr sjónum. Klæðini eru úrslit av kappingini Blue Fashion Challenge, og verða klæðini at síggja á ginum og á myndum. 

Hin framsýningin er ein myndaframsýning hjá Ólavi Frederiksen, myndamanni. Talan er um nýggjar havnarmyndir, sum íslendingar og vitjandi fáa høvi at síggja hesa Mentanarnátt.

Mentamálanevndin fer at vitja listaverkstað, langhyl, ítróttarhøll umframt at spennandi fyrilestrar um ung og fyribyrging av rúsevnismisnýtslu og átøk innan bókmentir og mentan annars vera at hoyra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder