Uttanlands

Tríggir fjallaklintrarar latið lív á Mont Blanc

Vanlukkan hendi í 3600 metrar hædd

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-08-02 16:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tríggir fjallaklintrarar eru funnir deyðir á Mont Blanc tætt við markið millum Frakland og Italia.

Sambært bjargingarliðnum hendi vanlukkan í uml. 3600 metrar hædd, tá tey vóru á veg niður, skrivar TV2.

Hetta hendir bert fáar dagar eftir, at fýra fjallaklintrarar, m.o. ein italskur maður og tvær franskar kvinnur, doyðu í fronsku alpunum í trimum ymiskum vanlukkum.

Enn veit man ikki, hvørji fólkini eru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder