Uttanlands

Tríggir menn skotnir til deyðis í Kalifornia

Ein ósemja í einari bovlinghøll førdi til, at tríggir persónar vóru dripnir og fýra onnur komu til skaða

Fólk vórðu dripin og særd í bovlinghøll í Torrance fyri nøkrum tímum síðani
(Mynd: CNN)

Fólk vórðu dripin og særd í bovlinghøll í Torrance fyri nøkrum tímum síðani (Mynd: CNN)

2019-01-05 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í USA eru nógvir trupulleikar, tá tað kemur til vápn. Aftur í morgun frættust tíðindi um dráp við skotvápni. Fleiri vórðu skotin í einari bovlinghøll í býnum Torrance, sum liggur í sunnara parti av Kalifornia; 20 kilometrar frá Los Angeles. 

Tað var í morgun føroyska tíð, at tað kom til ilnar millum nakrar menn. Eitt vitni segði, at tað var ein ósemja, ið gjørdist meira ógvuslig, og tað endaði við at skot vórðu latin av. Tríggir persónar, allir menn, doyðu í orrstuni. Fýra onnur vóru særd. Hetta skrivar CNN.

Løgreglan kom á staðið beint fyri midnátt lokala tíð. Fyrstuhjálp varð givin og sløkkiliðið hjálpti eisini til. Løgreglan í Torrance kannar nú málið og leitar eftir mistonktum. 

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder