Mentan

Trom skal brúka statistar í morgin

Umrøðandi upptøkur verða gjørdar í Havn seinnapartin mikudagin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-05-18 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin mikudagin frá klokkan 15 til klokkan 21 í kvøld fer framleiðsluliðið, sum ger upptøkurnar til sjónvarpsrøðina Trom, undir upptøkurnar av einum parti, sum tey siga vera “sera umráðandi”.

Brúk er fyri statistum til hesar upptøkurnar, sum fara fram í Havn. Filmað verður uttanrura, verður sagt, so neyðugt er at vera væl ílatin, men tó ikki í bjørtum litum. Helst í svørtum ella myrkabláum ella myrkagrønum.

Áhugað verða biðin um at senda ein teldupost við navni og aldri til [email protected] ella skrivar boð til bólkin hjá framleiðslufelagnum á Facebook

(Rætting: Vit skrivaðu upprunaliga, at upptøkurnar vórðu í dag, týsdagin. Tað var eitt mistak. Upptøkurnar eru í morgin, mikudagin 19. mai)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder