Innanlands

Trump aftur kannaður fyri koronavirus

Aftur hesaferð var kanningin av amerikanska forsetanum negativ. Lyklapersónar í sera hart rakta USA skulu kannast fyri virusið, ið samfelagið roynir at basa

USA er hart rakt av koronavirusinum, og strangari tiltøk eru nú sett í verk - tað verður ikki greitt fyrrenn í august, hvat mótvalevni til Trump verður (Mynd: EPA)

USA er hart rakt av koronavirusinum, og strangari tiltøk eru nú sett í verk - tað verður ikki greitt fyrrenn í august, hvat mótvalevni til Trump verður (Mynd: EPA)

2020-04-03 09:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastu viku fekk Boris Johnson staðfest koronasmittuna, Mette Frederiksen er kannað fyri hana, og nú hevur Donald Trump tvær ferðir verið kannaður.

Stjórnarleiðarar kring heimin og fólk í lyklastørvum kunnu sjálvandi eisini verða rakt av covid-19, men hetta er nakað, ið myndugleikar veruliga royna at sleppa undan. 

Boris Johnson leiðir landið í sóttarhaldi heimanfrá - Trump sleppur frá hesum hinumegin Atlanshavið. Kanningin hjá Trump í gjár var negativ, upplýsa fleiri tíðindastovur. CNN skrivar, at forsetin er frískur og uttan sjúkueyðkenni. Lyklapersónar í USA skulu kannast fyri virusið, ið samfelagið roynir at basa

Les eisini: Trump ongantíð verið so væl umtøktur sum nú er
                 -Vit skulu ígjøgnum tvær sera pínufullar vikur

Beint yvir ein millión tilburðir av koronavirusinum vórðu skrásettir í gjárkvøldið. Næstan ein fjórðingur - 244.230 av hesum í USA. Talið er nú í morgun farið uppum 245.000, og talið av smittaðum og talið av deyðum við virusinum í stóra landinum fyri vestan veksur nógv hvønn dag. 

Serliga er tað staturin New York, ið er hart raktur. Guvenørurin, Andrew Cuomo, segði í gjárkvøldið, at hann væntar at áleið 16.000 fólk fara at doyggja við virusinum komandi tíðina. Borgarstjórin í New York City, Bill de Blasio, mælir íbúgvunum í stórbýnum til at hava maskur á, tá tey eru í almenna rúminum.

Tað verður ikki greitt fyrrenn í august, hvat mótvalevni til Trump verður á ætlaða forsetavalinum í november. Orsaka av smittuvandanum hava demokratarnir útsett floksfundin í Milwaukee ein stóran mánað. Hann skuldi verða 13. juli, men er nú fluttur til 17. august. Joe Biden stendur til at vinna á Bernie Sanders.

Koronavirusið rakar eisini amerikanska búskapin sera hart. Talið av tøkum á arbeiðsmarknaðinum er nú farið uppum tað, ið tað var, tá ringast stóð til undir fíggjarkreppuni.

Les eisini: 6,6 milliónir hava skrásett seg sum arbeiðsleys í USA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder