Í seinastu viku vóru 3,3 milliónir amerkanarar tøkir á arbeiðsmarknaðinum. Seinastu vikuna hava 3,3 milliónir persónar afturat meldað seg tøkar.
Harvið er talið nú 6,6 milliónir, og tað er hægri enn tað var undir fíggjarkreppuni, ið byrjaði í 2008. Vøksturin gongur eisini skjótari enn hann gjørdi, tá ringast stóð til undir seinastu fíggjarkreppuni.
Les eisini: ES fer at gera 100 milliardir evrur tøkar fyri at tálma uppsagnum
Fleiri og fleiri danir geras tøkir á arbeiðsmarknaðinum
Washington Post skrivar, at 10 milliónir amerikanarar hava mist sítt arbeiði orsaka av koronavirusinum.
Nógvar fyritøkur kring landið fara á heysin, og aðrar stríðast fyri at hóra undan. Hetta kostar sjálvnadi nógv arbeiði.
Amerikanski búskapurin er harvið sera hart raktur, nú koronavirusið rakar USA hart.
Ein søguliga stórur hjálparpakki varð samtyktur í Senatinum í seinastu viku.
Les eisini: - Vit skulu ígjøgnum tvær sera pínufullar vikur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald