Í gjár kom fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump við enn einari ábending um, at hann kann verða millum valevnini á næsta forsetavali.
Í røðu á ársfundinum hjá republikansku deildini í North Carolina, segði hann nevniliga, at hann gleddi seg til árið 2024 – tað árið næsta forsetavalið verður.
– Vit fara at leggja eitt fundament, so Republikanarar aftur vinna North Carolina í einum ári, sum eg gleði meg ómetaliga nógv til – 2024, segði Trump.
Trump vann forsetavalið í 2016, og hann vil sjálvur vera við, at hann eisini vann valið í november í fjør. Hetta hava landsins valmyndugleikar tó víst aftur, og hevur Joe Biden nú yvirtikið Hvítu Húsini.
– Eg standi í dag frammanfyri tykkum við vónini um, at fólkið í North Carolina fer at vraka Joe Biden og radikalu demokratarnar, segði Trump sambært Ritzau.
Men tað var ikki bert Biden, sum Trump fanst at í røðu sínari. Eisini segði hann, at Kina eigur at geva USA og restina av heiminum 10 billiónir dollarar í endurgjaldi fyri handfaring teirra av koronavirusinum. Hann heldur eisini, at lond eiga at strika sína skuld til Kina.
Røðan, sum Trump helt í North Carolina, var hansara fyrsta uttanfyri heimstatin Florida síðan hann talaði við Kongressina 6. januar, áðrenn Kongressin varð álopin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald