placeholder
Uttanlands

Trump er farin at trúgva uppá veðurlagsbroytingar

Tó er hann ikki vísur í at tað er mannagjørt

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-10-15 12:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, var í gjárkvøldið lokala tíð, við í kendu sjónvarpssendingini “60 minutes” á CBS. Í sendingini tosaði hann millum annað um Vladimir Putin, amerikanska forsetavalið í 2016 og veðurlagsbroytingar.

Les eisini: Trump: Putin er helst blandaður uppí sniðmorð og eitran

Í sendingini segði Donald Trump, at hann ikki longur helt, at veðurlagsbroytingar eru ein lygn. Forsetin hevur fyrr sátt iva um veðurlagsbroytingar og sagt, at tað er eitt svindilnummar. Men nú hevur floytan fingið annað ljóð.

- Eg trúgvi at okkurt hendir. Onkur broyting fer fram, og tað fer at broyta seg aftur aftur. Eg trúgvi ikki at tað er eitt svindilnummar, tað er heldur ein avbjóðing. Men eg veit ikki, um tað er mannagjørt, segði forsetin.

Donald Trump segði tó, at hann ikki er sinnaður at brúka pengar uppá veðurlagsbroytingar og harvið váða, at fleiri milliónir fólk missa teirra størv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder