Uttanlands

Trump er klárur til enn ein fund við Kim Jong-un

Amerikanski forsetin sigur, at leiðararnir hava eitt gott forhold

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-03 08:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann er klárur til ein nýggjan fund við leiðaran í Norðurkorea, Kim Jong-un.

Trump fortelur, at hann hevur fingið eitt “gott bræv” frá Kim Jong-un, og at teir nokk fara at hava eina nýggjan fund.

Amerikanski forsetin skrivaði á Twitter í gjár, at Norðurkorea hevur lovað, at landið ikki fer at framleiða ella royna kjanorkuvápn, og at landið heldur ikki fer at geva øðrum londum hesi vápnini.

Kim Jong-un segði í síni nýggjárstalu, at um Norðurkorea skal tíma at samráðast, so skal Vesturheimurin steðga við revsitiltøkunum móti landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder