Uttanlands

Trump: Guvernørurin í Florida hevði verið ein góður varaforseti

Um Donald Trump stillar uppaftur til amerikanska forsetavalið í 2024, fer hann at umhugsa at velja guvernørin í Florida, Ron DeSantis, sum sín varaforseta

Frá vinstru: Ron DeSantis, guvernørur í Florida og Donald Trump, fyrrverandi forseti í USA (Mynd: EPA)

Frá vinstru: Ron DeSantis, guvernørur í Florida og Donald Trump, fyrrverandi forseti í USA (Mynd: EPA)

2021-04-30 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump fer at stilla upp til forsetavalið í 2024, fer hann at umhugsa at velja Ron DeSantis, guvernør í Florida sum sín varaforseta. Tað segði hann í samrøðu við Fox Business hósdagin.

– Hann er ein av mínum vinmonnum. Eg gav Ron mín stuðul, og eftir at eg stuðlaði honum, varð hann skotin av stað sum ein rúmdarrakett, sigur Trump, sum leggur afturat, at hann heldur, at DeSantis hevur gjørt eitt gott arbeiði sum guvernørur, og at hann er "ein frálíkur fýrur".

[object Object]Ron DeSantis, 46. guvernørur í Florida (Mynd: EPA)

Enn hevur Trump tó ikki boðað frá, um hann stillar uppaftur til forsetavalið, men hann sigur, at hann "100 prosent umhugsar tað".

Seinastu vikurnar er Ron DeSantis vorðin væl umtóktur millum republikanarar. Serliga hevur hann fingið rós fyri at vera ímóti koronatiltøkum og handfaringini av farsóttini í Florida, skrivar Ritzau.

Gitt hevur eisini verið, at DeSantis sjálvur umhugsar at stilla upp til forsetavalið, men sjálvur hevur hann tó einki sagt um hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder