Uttanlands

Trump hartar enn ein littan demokrat í kongressini

Sýslan, sum Elijah Cummings umboðar, er eitt ólekkurt og rottuplágað svínarí, sigur Trump, eftir at Cummings er komin við atfinningum um umstøðurnar hjá migrantum á markinum

Elijah Cummings (Mynd: EPA)

Elijah Cummings (Mynd: EPA)

2019-07-28 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fáar vikur eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, varð hartaður fyri at leypa á fýra littar demoktratiskar kvinnur í kongressini, leypur hann nú á enn ein littan kongresslim.

Í einari røð av dagføringum á sosiala miðlinum Twitter, finst Trump at demokratiska Elijah Cummings.

Hetta hendir, eftir at Cummings, sum umboðar eina sýslu í statinum Maryland, harav ein partar av býnum Baltimore, er komin við atfinningum um umstøðurnar hjá migrantunum á markinum millum Meksiko og USA.

- Markið er øgiliga reint og riggar væl, bara stúvstappað. Sýslan hjá Cummings er eitt ólekkurt og rottuplágað svínarí, skrivar Trump á Twitter.

- Um hann brúkti meira tíð í Baltimore, kundi hann kanska hjálpt við at rudda upp á hesum sera vandamikla og skitna staði.

Cummings svarar aftur, at hann dagliga stríðist fyri sína sýslu.

21. juli segði Cummings við amerikanska miðilin ABC News, at viðmerkingin hjá Trump um, at fýra littar kvinnur í kongressini áttu at farið aftur til síni heimlond, fekk hann at minnast ta rasismuna, sum hann sjálvur upplivdi í Baltimore í 1960unum.

Í sýsluni, sum Cummings umboðar, eru 52 prosent av íbúgvunum litt, meðan 36 prosent eru hvít, skrivar Politiken.

Trump hevur einki sagt um, hvar hann hevur sínar upplýsingar frá, men hann heldur uppá, at sýslan hjá Cummings er "millum tær ringastu í USA", og hann skrivar, at "einki menniskja hevði ynskt at búð har".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder