"Gjøgnum árini eru fleiri amerikanarar dripnir av teimum, sum ólógliga eru komin inn í land okkara, og túsundatals fleiri fara at lata lív, um vit ikki gera nakað nú".
Soleiðis segði amerikanski forsetin, Donald Trump í einari røðu, sum í nátt varð víst beinleiðis á fleiri av stóru sjónvarpsrásunum í USA.
Hetta er fyrstu ferð, at Trump heldur eina røðu, sum verður víst beinleiðis um alt landið. Vanliga verður hetta bert gjørt, tá talan er um eina kreppustøðu.
Trump hevur áður sagt, at hann umhugsaði at lýsa við undantaksstøðu fyri at kunna fíggja múrin, og nógv væntaðu, at Trump fór at gera júst tað, og tí varð avgjørt at vísa røðuna beinleiðis, skrivar DR.
Í røðu sínari gav Trump demokratunum skyldina fyri, at almenni geirin lat aftur, og einasta loysnin er, sambært honum, at demokratar góðkenna eina fígging av múrinum, sum hann ætlar at byggja á markinum millum USA og Meksiko.
Trump krevur, at 5 mia. dollarar (uml. 33 mia. krónur), skulu setast av til múrin á fíggjarlógini fyri 2019.
Almenni geirin í USA hevur verið afturlatin síðan 22. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald