Uttanlands

Trump hevur ætlanir um at stovna nýggjan sosialan miðil

Hann er útihýstur av Twitter og Facebook, men nú ætlar fyrrverandi amerikanski forsetin at stovna sín egna sosiala miðil

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2021-03-22 18:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump varð útihýstur av Twitter og Facebook eftir álopið á Capitol Hill 6. januar, og nú ætlar hann at stovna sín egna sosiala miðil.

Tað upplýsir Jason Miller, ráðgevi hjá Donald Trump fyri amerikanska miðlinum Fox News.

Eftir ætlan fer verkætlanin av bakkastokki um tveir til tríggjar mánaðir, sigur Jason Miller, sum leggur afturat, at talan er um tað nýggjasta nýggja innan sosialar miðlar.

– Hetta fer at broytta tað fullkomiliga. Øll fara at fylgja við fyri at síggja, hvat Trump forseti ger, sigur hann sambært Ritzau.

Lagt verður afturat, at mann væntar, at talið á brúkarum kemur upp á eitt tvísiffrað millióntal, og at Trump hevur verið á fundi við fleiri ymiskum aktørum, og fleiri fyritøkur hava vent sær til teirra fyri at gerast partur av tilgongdini.

Twitter gjørdi av at banna Donald Trump, eftir at fyritøkan metti, at hann við sínum útsøgnum hevði eggjað til harðskap. Facebook tók eina líknandi avgerð eftir álopið á Kongressina, har fleiri lótu lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder