Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir við at avlýsa ætlaðan fund við russiska forsætisráðharran, Valdimir Putin, orsaka av spentu støðuni millum Russland og Ukraina.
Trump og Putin skulu á fund í samband við G20-toppfundin seinni í vikuni, men eftir at Russland leyp á trý skip hjá ukrainska sunnudagin, hóttir Donald Trump við at avlýsa fundin.
Russland skeyt eftir teimum trimum skipunum, tá hesi royndu at sigla inn í Azovhavið gjøgnum Kertjsundið við Krimhálvoynna. Russar tóku ræði á skipunum, og manningin á 24 og skipini verða nú afturhildin av russum, skrivar TV2.
Donald Trump sigur, at USA ikki kann finna seg í slíkum harðrendum atburði.
Russland sigur, at ukrainsku skipini sigldu ólógliga inn um russiska markið við Kertjssundið, og lurtaðu ikki eftir leiðbeiningini frá flotanum í Svartahavinum. Ukraina sigur, at Russland hevði fingið boð um farleiðina hjá skipunum.
Hendingin hevur fingið Ukraina at lýsa 30 daga undantaksstøðu. Sum aftursvar fer Russland at seta upp nýggjar missilskipanir á Krimhálvoynna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald