Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ætlanir um at taka stig móti fyritøkum, sum fáast við sosialar miðlar.
Tað upplýsti talskvinnan fyri Hvítu Húsini, Keyleigh McEnan, men enn er óvist hvat eitt slíkt stig fer at innihalda.
Boðini koma eftir at miðilin Twitter, fyri fyrstu ferð setti eitt serligt faktakekk spjaldur á eini boð frá forsetanum, ið vóru undir illgruna fyri at vera villleiðandi.
Hetta varð tikið illa upp av forsetanum.
- Republikanarar kenna, at sosialir miðlapallar kúga konservativar røddir. Hetta má broytast, ella mugu hesir miðlar latast aftur, tí slíkum loyva vit ikki, skrivaði hann í boðunum.
Óvist er, um Donald Trump hevur heimild at steingja hesar fyritøkur.
Hvørki Twitter ella Google hava gjørt viðmerkingar til fráboðan forsetans, skrivar dr.dk.
Amerikanskir borgararættsfelagsskapir ivast í um Trump sambært grundlógini hevur heimild at taka stig mótvegis sosialu miðlunum.
Twitter valdi at seta hetta serliga spjaldri á eini boð frá Trump, har forsetin nevndi, at brævatkvøður kunnu føra til valsvik.
Undir boðunum setti Twitter eitt útrópstekn og ein bláan tekst, har lesarin varð biðin um at leita sær ”fakta um brævatkvøður”.
Hetta er leinki til nýggjan tekst, har tað stendur, at útsøgnin hjá forsetanum er ósonn, tí hetta sambært serfrøðingum bert sjáldan førir til valsvik.
Trump gjørdi eisini eina líknandi dagføring á Facebook, sum Facebook tó ikki hevur gjørt nakað við, tí felagið hevur aðrar leiðreglur enn Twitter, sigur stjórin fyri Facebook, Mark Zuckerberg, sum annars ikki hóvar at forsetin ætlar at seta tiltøk í verk.
- Eg má skilja hvat tað er, sum forsetin ætlar. Men í útgangsstøði dámar mær ikki, at ein stjórn velur at sensurera ein miðil, tí miðilin sjálvur ávarar móti sensuri, sigur Zuckerberg við Fox News.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald