Uttanlands

Trump: Næsti toppfundurin er við at koma í lag

Sambært amerikanska forsetanum, verður ikki leingi, áðrenn hann og Kim Jong-un hittast aftur

Mynd: CNN

Mynd: CNN

2018-09-24 17:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein nýggjur toppfundur millum USA og Norðurkorea er við at koma í lag.

Tað boðar amerikanski forsetin, Donald Trump frá, sambært The Washington Post.

Trump sigur, at sambandið millum hann og norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un er so gott, at næsti fundurin fer at koma "nokkso skjótt".

Donald Trump hitti Kim Jong-un í Singapore í juni. Tað var fyrstu ferð, ein amerikanskur forseti hitti ein norðurkoreanskan leiðara.

Seinni í dag skal Trump hitta suðurkoreanska leiðaran Moon Jae-in. Moon Jae-in, sum hitti Kim Jong-un í síðstu viku, hevur, sum skilst, eini persónlig boð til Trump frá norðurkoreanska leiðarinum, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder