Donald Trump, forseti í USA, heldur, at tað NATO er sterkari í dag enn fyri tveimum døgum síðani. Limalondini í NATO hava seinastu dagarnar fundast í Brússel í Belgia.
- Samgongan er sera sameind, sera sterk, eingir trupulleikar, segði Trump.
Amerikanski forsetin hevur annars fyrr sagt, at NATO er avoldað. Trump segði eisini, at hann helt, at USA væl kundi trekkja seg úr NATO uttan loyvi frá Kongressini, men at hetta ikki verður neyðugt.
Trump hevur funnist at teimum limalondunum, sum ikki nýta tvey prosent av síni bruttotjóðarúrtøku uppá verju. Londini hava sum mál at tey skulu røkka tí málinum innan 2024, men amerikanski forsetin heldur at hetta er ov seint og ov lítið. Hann heldur, at málið eigur at verða fýra prosent, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald