Uttanlands

Trump og Carney hava tosað saman

Báðir eru jaligir um telefonsamrøðuna fríggjadagin, og sambært Trump er ætlanin at hittast, eftir at val hevur verið í Kanada

Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney (Mynd: EPA)

Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney (Mynd: EPA)

2025-03-29 14:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump og kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney hava tosað saman í telefon fyri fyrstu ferð, síðan Carney yvirtók leiðsluna í Kanada eftir Justin Trudeau, og sambært bæði Trump og Carney var talan um eina jaliga samrøðu.

– Vit eru samdir um nógv og vit fara at hittast alt fyri eitt eftir komandi tjóðartingsvalið í Kanada fyri at arbeiða við evnum sum politikk, vinnu og onnur øki, skrivar amerikanski forsetin á Truth Social.

Trump leggur afturat, at tað verður "gott fyri bæði USA og Kanada".

Í tíðindaskrivi, sum er deilt á X, sigur Carney, at kanadiski forsætisráðharrin og amerikanski forsetin "høvdu eina sera uppbyggjandi samrøðu um viðurskiftini millum lond teirra", og at tey samdust um at byrja samráðingar um m.a. búskap og trygd eftir valið í Kanada, sum verður 28. apríl.

Les eisini: Mark Carney útskrivað val í Kanada

Seinastu tíðina hava viðurskiftini annars ikki verið tey bestu orsakað av tollkrígnum millum londini. Eftir ætlan verður tollur lagdur á fleiri kanadiskar vørur frá 2. apríl, og tað er framvegis ætlanin hjá Kanada at svara aftur við at leggja toll á amerikanskar vørur.

Eisini hevur amerikanski forsetin fleiri ferðir sagt, at hann ynskir at gera Kanada til 51. amerikanska statin, nakað sum ongantíð fer at henda sambært kanadiska forsætisráðharranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder