Uttanlands

Trump og Putin fundast í Helsinki

Statsleiðararnir hava nú fundast í yvir ein tíma

Donald Trump, forseti í USA, Sauli Niinistö, forseti í Finnlandi, og Vladimir Putin, forseti í Russlandi

Donald Trump, forseti í USA, Sauli Niinistö, forseti í Finnlandi, og Vladimir Putin, forseti í Russlandi

2018-07-16 15:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Toppfundur er í Helsinki í Finnlandi í løtuni, har Vladimir Putin og Donald Trump hittast.

  • Russland og USA hava ikki funnið so væl útav tí saman tey seinastu árini, men eg haldi, at vit fara at fáa eitt framúr samband, segði Donald Trump áðrenn fundin.

Tíðindafólkið fekk ikki loyvið at verða inni serliga leingi, tí at statsleiðararnir ætla at brúka mesta partin av teimum 90 minuttunum saman einsamallir, skrivar CNN.

Vladimir Putin segði áðrenn fundin, at tíðin var komin til at tosa um sambondini hjá USA og Russlandi, og um tey torføru fleirtjóða viðurskiftini í heiminum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder