Uttanlands

Trump samanber kanning við kommunistajagstran

Amerikanski forsetin hevur aftur skrivað á Twitter

2018-08-20 07:06 Author image
Ari av Rana

Donald Trump, forseti í USA, hevur í fleiri dagføringum á Twitter samanborið kanningina av russisku ávirkan á amerikanska forsetavalið í 2016 við kommunistajagstran.

Trump skrivar, at Robert Mueller, sum stendur fyri kanningini, er at samanbera við Joseph McCarthy, sum í 1950’unum kannaði amerikanarar, sum vóru undir illgruna fyri at verða kommunistar og at arbeiða fyri Sovjettsamveldið, skrivar DR.

Trump er ikki nøgdur við framferðarháttin hjá Mueller, og skrivar at Mueller og hansara toymi fáa Joseph McCarthy at líkjast einum smábarni.

- Hetta er ein manipulerandi heksajagstran, skrivar Donald Trump á Twitter.

placeholder
placeholder