Uttanlands

Trump sett forboð móti Huawei

Kinesiski telerisin er nú ólógligur í USA

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2018-08-15 11:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Donald Trump, forseti í USA, skrivað mánadagin undir nýggja lóg, sum steingir fyri møguleikanum hjá fyritøkum sum Huawei og ZTE at selja tøkni til undirstøðukervi í USA.

Huawei og ZTE eru tvær av fleiri kinesiskum fyritøkum, sum eru umfataðar av forboðnum, skrivar AP og Reuters.

Orsøkin til forboðið er at fleiri amerikanskir politikarar úr bæði republikanska og demokratiska flokkinum meta kinesisku fyritøkurnar at verða ein hóttan móti trygdini og eru bangnir fyri, at tær njósnast fyri kinesiska statin.

Við nýggju lógini kann USA ikki nýta tøkni frá fyritøkunum, um talan er um part av avgerandi samskiftinum hjá landinum ella á annan hátt er avgerandi fyri mátan, sum samskift verður í amerikanska statsumsitingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder