Uttanlands

Trump sigur finnar raka teirra skógir

Finski forsetin vísir aftur, at hann hevur sagt nakað slíkt við amerikanska starvsbróður sín

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-11-19 15:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skal Kalifornia sleppa undan ógvusligum skógareldum í framtíðini, so skulu tey læra av finnum og fara undir at ”raka skógarbotnin”.

Soleiðis ljóðaði boðskapurin frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, tá hann leygardagin vitjaði eitt av niðurbrendu skógarøkjunum í Kalifornia.

Hann vísti á eina samrøðu, hann hevði havt við finska starvsbróðir sín, Sauli Niinistö, forseta Finnlands.

- Hann greiddi frá, at Finnland er ein skógartjóð, at at tey brúka tíð upp á at raka skógarbotnin, rudda í skógunum og gera onnur ting eisini. Tey hava ikki trupulleikar, segði Donald Trump við miðlarnar.

Men finski forsetin vísir aftur, at hann skal hava sagt nakað slíkt.

Í eini samrøðu við finska blaðið Ilta-Sanomat sigur Sauli Niinistö, at hann tosaði um skógarrøkt við amerikanska forsetan, tá teir hittust í Paris í farnu viku.

Men hann segði einki um, at finnar raka ella ríva skógarbotnin.

- Eg nevndi, at Finnland er eitt land, ið er fjalt av skóg, og at vit hava góða eftirlitsskipan og eftirlitsnetverk, sigur Sauli Niinistö við Ilta-Sanomat.

Yvir 70 prosent af Finnlandi er hult av skóg, og landið hevur ein av størstu pappírsídnaðinum í heiminum.

Viðmerkingin frá amerikanska forsetanum hevur skapt undran og givið høvi til nógv skemt hjá finnum, sum nú eru farnir at leggja út myndir á sosialu miðlarnar fyri at vísa hvussu tey rudda upp í skógunum við bæði rívum og dustsúgvarum.

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder