
Seinnapartin í dag skal amerikanski forsetin, Donald Trump tosa við russiska starvsbróðir sín, Vladimir Putin um støðuna í Ukraina.
Hetta verður umvegis telefon klokkan 15 okkara tíð. skrivar tíðindastovan Reuters.
Telefonfundurin er komin í lag eftir samráðingarnar millum ukrainsk og russisk umboð í Istanbul fríggjadagin.
Tað var Putin sjálvur, sum kom við uppskotinum um at hava samráðingar í turkiska býnum, men hann møtti ikki sjálvur upp til samráðingar. Undan samráðingunum hevði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj annars boðað frá, at hann ynskti at hitta Putin andlit til andlits.
Les eisini: Ukraina: Næsta stig eigur at verða fundur millum Putin og Zelenskyj
Í farnu viku segði amerikanski forsetin, at hann væntar, at hann og Putin hava gott samband og kunnu gera eina avtalu, og tí ynskir hann ein fund við Putin.
Les eisini: Trump: Eg og Putin kunnu gera eina avtalu
Evnið á telefonfundinum millum Trump og Putin verður "at steðga blóðbaðnum, sum í miðal drepur fleiri enn 5.000 russisk og ukrainsk herfólk um vikuna", skrivar Trump sjálvur á Truth Social.
Trump leggur afturat, at hann eftir at hava tosað við Putin fer at tosa við Zelenskyj, og "fleiri limir í Nato".
Sambært DR skal Trump í dag eisini tosa við týska samveldiskanslaran, Friedrich Merz; franska forsetan, Emmanuel Macron; bretska forsætisráðharran, Keir Starmer; og pólska forsætisráðharran, Donald Tusk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald