Uttanlands

Trump slakar: Eg havi málborið meg skeivt

Kúvendingin kemur eftir harðar atfinningar úr hansara egna baklandi

MYnd: EPA

MYnd: EPA

2018-07-17 23:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt døgn eftir, at Donald Trump á tíðindafundi í Helsinki segði seg "onga grund hava at trúgva", at Russland hevði blandað seg uppí amerikanska forsetavalið í 2016, og at amerikanska kanningin er "láturlig", kúvendir hann.

Les eisini: Putin: Russar høvdu einki við amerikanska forsetavalið at gera

Tað hann ætlaði at siga var, at hann onga grund sá til, at Russland ikki hevði blandað seg uppí valið, sigur hann nú.

Nýggja útmeldingin kemur eftir nógvar og harðar atfinningar í USA, eisini úr hansara egna flokki. 

"Eg havi fult álit á og stuðli amerikonsku fregnartænastuni, og tað havi eg altíð gjørt", sigur Trump nú sambært TV2. 

Amerikanski forsetin sigur eisini, at hann "góðtekur" niðurstøðuna hjá fregnartænastuni um, at Russland blandaði seg uppí forsetavalið í 2016, men hann heldur fast við, at Russland ikki ávirkaði úrslitið av valinum.

Les eisini: Amerikanska fólkið í øðini inná Trump

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder