2018-12-04 09:09
Donald Trump, forseti í USA, hevur stevnt pornostjørnuna Sotrmy Daniels fyri ærumeiðing. Stormy Daniels hevur annars sjálv stevnt amerikanska forsetan fyri ærumeiðing, men hesin pástandurin varð avvístur í amerikanskum dómstóli.
Nú krevur Donald Trump 800.000 dollarar – ella meiri enn 5,2 mió. kr. – í endurgjaldi frá Stormy Daniels, skrivar amerikanski miðilin Time.
Stormy Daniels segði, at hon hevði verið í song við við amerikanska forsetanum, og at hon í 2016 fekk 850.000 kr. frá Doanld Trump fyri at tiga um hetta, men hetta hevur Trump nokta fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald