Uttanlands

Trump: Stórabretland skal saksøkja ES

Tað vóru ráðini forsetin í USA hevði til Theresa May

2018-07-16 12:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Doald Trump, forseti í USA, var í síðstu viku á vitjan í London, og har hevði hann eini serlig ráð til Theresa May, bretska forsætisráðharran. Forsetin heldur, at Stórabretland eigur at saksøkja ES.

Minni enn níggju mánaðir eru til at Stórabretland fer úr ES, og í løtuni finna partarnir útav hvussu teir skulu samstarva framyvir. Men amerikanski forsetin heldur, at Stórabretland eigur at steðga við samráðingunum og heldur saksøkja ES. Tað segði Theresa May við BBC.

May sigur tó, at hon hevur ikki ætlanir um at lurta eftir amerikanska forsetanum. Heldur fer Stórabretland at samráðast víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder