Amerikanski forsetin, Donald Trump fer væntandi á fund við kinesiska forsetan, Xi Jinping og russiska forsetan, Vladimir Putin í komandi viku.
Fundurin verður í kinesiska býnum Shenzhen í sambandi við toppfundin hjá APEC, sum er politiskur samstarvsfelagsskapur fyri lond í Asia og Kyrrahavsøkinum.
Teir tríggir fara m.a. at umrøða kríggið í Iran og kjarnorkuavdubbing.
– Tað verður áhugavert, sigur amerikanski forsetin sambært Ritzau.
– Vit hava samskifti um nógv ting, harundir kjarnorkuavdubbing, men eisini fleiri onnur evni. Vit royna eisini at fáa ein enda á krígnum í Iran.
APEC-toppfundurin verður í Shenzhen 18. og 19. november.
Í september boðaði Russland frá einum møguligum fundi millum Trump og Putin í sambandi við APEC-toppfundin, og Trump segði, at hann var opin fyri at hitta bæði Putin og Xi.
Sambært amerikanska miðlinum The Wall Street Journal ætlar Putin at brúka trípartafundin til at umrøða ein enda á krígnum í Ukraina.
Í morgin hittast umboð fyri USA, Russland og Ukraina í Abu Dhabi til samráðingar. Franski uttanríkismálaráðharrin, Jean-Noël Barrot boðaði um vikuskiftið fra, at Evropa eisini verður umboðað.
Les eisini: Evropa umboðað a fundi millum Ukraina, Russland og USA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald