
Verður iranska kjarnorkuætlanin tikin uppaftur eftir álopini, sum Ísrael og USA hava framt á kjarnorkuverk seinastu dagarnar, er USA til reiðar at leypa á aftur.
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump á tíðindafundi við Nato-aðalskrivaranum, Mark Rutte í gjár í sambandi við Nato-toppfundin í Haag.
Tað var sunnunáttina, at USA leyp á trý iransk kjarnorkuverk, og sambært Trump hava álopini seinkað iransku kjarnorkuætlanini fleiri áratíggjur.
– Tey fara ikki at byggja bumbur leingi, segði hann.
Á tíðindafundinum ásannaði forsetin tó, at tað ikki er heilt greitt, hvussu umfatandi skaðarnir eru.
– Vit vita tað ikki. Tað kann hava verið sera ringt. Tað er tað, upplýsingarnir geva ábendingar um, segði Trump sambært Ritzau.
Ymiskar fráboðanir hava verið um skaðarnar á kjarnorkuverkini, men talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum segði eisini í gjár, at talan var um álvarsligan skaða.
Les eisini: Iran: Talan var um álvarsligan skaða
Á tíðindafundi í gjár segði amerikanski forsetin eisini, at hann metir, at Ísrael og Iran eru liðug at leypa á hvørtannað, tó at hann ikki kann útihýsa møguleikan fyri nýggjum álopum.
– Tey eru troytt og útlúgvað. Kann tað byrja aftur? Kanska ein dagin. Kanska skjótt, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald