Donald Trump, forseti í sameindu statunum í Amerika, hevur í dag kunngjørt hvør verður fyribils verjumálaráðharri. Hettar gjørdi hann á Twitter.
Talan er um Patrick Shanahan, ið hevur eina langa starvsleið sum handilsmaður, áðrenn hann fór uppí politikk.
Fríggjadagin legði James Mattis frá sær sum ráðharri. Hann og Trump vóru sum skilst ikki samdir um millum annað, hvat skal gerast í Sýrlandi. Trump hevur boðað frá, at allir hermenn skulu takast úr Sýria, ímeðan James Mattis heldur, at USA ikki skal fara úr Sýrlandi ov tíðliga. James Mattis boðaði frá, at hann helt at forsetin hevði rætt til at velja ein ráðharra, sum var meira samdur í honum enn hann sjálvur.
Shanahan tekur við sessinum 1. januar.
I am pleased to announce that our very talented Deputy Secretary of Defense, Patrick Shanahan, will assume the title of Acting Secretary of Defense starting January 1, 2019. Patrick has a long list of accomplishments while serving as Deputy, & previously Boeing. He will be great!
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) December 23, 2018
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald