Uttanlands

Trump: Vit fara at taka USA aftur

Leygardagin helt Donald Trump sín fýrsta veljarafund, síðan hann fór úr Hvítu Húsinum – Á fundinum heitti hann á viðhaldsfólk síni um at hjálpa republikanarunum at endurvinna meirilutan í Kongressini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-27 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár helt fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump sín fyrsta almenna veljarafund, síðan hann fór úr Hvítu Húsunum.

Hann hevur síðani talað alment í sambandi við fleiri republikanskum tiltøkum, men sjálvur hevði hann ikki hildið veljarafund fyrr enn í gjár.

Á fundinum, sum varð hildin í Wellington í statinum Ohio heitti Trump á viðhaldsfólk síni um at hjálpa republikanarunum at endurvinna meirilutan í Kongressini.

– Vit fara at taka Umboðsmannatingið aftur, vit fara at taka Senatið aftur, og vit fara at taka USA aftur, og tað verður skjótt, segði hann.

Tað verður á miðskeiðisvalinum í 2022, at republikanarar fáa møguleikan at taka meirilutan aftur í Senatinum og Umboðsmannatinginum.

Veljarafundurin í Wellington var bert tað fyrsta av fleiri tiltøkum, sum Trump fer at luttaka á í summar. Mikudagin 30. juni fer Trump ein túr til markið til Meksiko saman við Greg Abbott, guvernørinum í Texas, og leygardagin 3. juli hevur Trump aftur veljarafund í Sarasota í statinum Florida.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder