Amerikanski forsetin Donald Trump og forsetafrúan Melania Trump komu til London fríggjadagin, stutt eftir at Trump hevði verið á NATO toppfundi í Brússel.
Tá tað var almannakunngjørt, at Trump skuldi koma til Bretlands, byrjaðu fólk beinanvegin at mótmæla. Fleiri túsund fólk savnaðust í miðbýnum í London at mótmæla vitjanina.
Fleiri altjóða miðlar skriva um mótmælini, og eitt, ið hevur vakt serliga nógvan ans, er "Trump pinkubarnið", ið er ein seks metur høg ballón, ið ímyndar Donald Trump sum eitt illsint pinkubarn við blæðu. "Pinkubarnið" hevur enntá fingið eina fartelefon í hondina, ið lýsir, at Trump er ein íðin Twitter-brúkari.
Borgmeistarin í London, Sadiq Khan, gav loyvi til, at ballónin skuldi verða sett á flog, tá Trump kom til landið, tí hann stuðlar rættinum hjá fólkinum at mótmæla á friðarligan hátt, skrivar TV2.
Leo Murray, umhvørvisforsprákari, ið hevur tikið stig til at gera ballónina, sigur:
"Mótmælið snýr seg um at gera tað greitt, at Donald Trump og hansara hatursfulli politikkur ikki eru vælkomin í London," segði hann.
"Vit royndu at fáa fólk at flenna, vit hildu, at tað hevði verið stuttligt, og fólk hava brúk fyri eitt sindur av skemti, fyri at siga sum er, eftir tað, ið er hent í seinastuni bæði í Bretlandi og í USA."
Men ikki øll fegnaðust um ballónina. Summi hildu hana vera freka og hildu hana vera ein stór skomm.
Heldur ikki Trump fegnaðist um ballónina.
Á vitjan sínari hitti Trump Elizabeth drotning, Theresa May, og fleiri onnur embætisfólk, og síðani fór hann víðari til Skotlands at njóta restina av vikuskiftinum á einum golffrítíðarstaði, sum hann eigur har.
Og ballónin fylgdi við honum til Skotlands. Leo Murray hevði ætlan um at lata hana flúgva yvir golfstaðnum hjá Trump, men tað vildi skotska løgreglan ikki geva loyvi til.
Eftir ætlan skal baby ballónin nú á heimsrundferð, og hevur hon nú fingið sína egna Twitter síðu.
Í morgin ferð Trump til Finnlands, har hann eftir ætlan skal møta russiska forsetanum, Vladimir Putin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald