Í dag hevur amerikanski forsetin, Donald Trump peikað á ein nýggjan møguligan amerikanskan løgmálaráðharra.
Talan er um 68 ára gamla William Barr, ið er ein væl kendur konservativur sakførari.
Verður hann góðkendur av senatinum verður hetta aðru ferð, hann situr í hesum sessinum. William Barr hevur nevniliga eisini verið løgmálaráðharri undir George H. W. Bush í tíðarskeiðnum 1991 til 1993.
Trump segði fyri miðlunum framanfyri Hvítu Húsini, at Barr er "ein frálíkur maður, eitt frálíkt menniskja, ein framúrskarandi maður."
"Hann var fyrsta valið hjá mær frá fyrsta degi. Høgt mettur av republikanarum, og høgt mettur av demokratum. Hann verður tilnevndur sum løgmálaráðharri, og vónandi verður hetta ein skjót gongd," segði Trump sambært TV2.
Verður William Barr góðkendur av senatinum, kemur hann í staðin fyri Matt Whitaker, sum hevur verið í sessinum, síðan Trump koyrdi fyrrverandi løgmálaráðharran Jeff Sessions í november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald