Í minsta lagið trý fólk eru dripin í einum sjálvmorðsálopi í Jalalabad í eystara partinum av Afghanistan. Hesum boða lokalu myndugleikarnir frá, sambært Politiken.
Umframt at try fólk eru dripin, eru eisini átta fólk særd í álopinum.
Drápsmaðurin sprongdi seg sjálvan í luftina við einari bumbu, meðan eitt mótmælistiltak var í gongd til frama fyri eitt valumboð til komandi parlamentsval í oktober.
Politiska umboðið er ikki góðkent av myndugleikunum, tí hann er undir illgruna fyri at hava samband við vápnaðar felagsskapir.
Valið í heyst verður sætt sum ein roynd og ábending um forsetavalið komandi ár.
Í síðstu viku lýsti afganski forsetin Ashraf Ghani eina tríggja mánaða vápnahvíld, sum hann bað Taliban um at virða. Ein vápnahvíld verður bert varandi, um vápnaðu stríðsbólkarnir eru við, segði hann.
Síðstu tíðina hava ógvusligir bardagar verið millum Taliban og afghanskar stjórnardeildir, og talið av sjálvmorðsatsóknum hevur verið vaksandi seinastu mánaðarnar.
Ein nýtt yvirlit hjá ST vísir, at 1600 sivilfólk hava latið lív í samanbrestum og sjálvmorðsatsóknum fyrra hálvár í ár. Tað er hægsta tal seinastu tíggju árini.
Taliban hevur ikki svarað áheitanini frá forsetanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald