Uttanlands

Trý ferðafólk deyð í ferðsluóhappi í Íslandi

Tvær konur av indiskum uppruna og nakrar mánaðar gamla barnið hjá eini konuni lat lív í ferðsluvanlukku í Íslandi

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-29 13:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fyrrakvøldið 27. desembur var álvarslig ferðsluóhapp við Núpsvatn í suðurpartinum av Íslandi har trý ferðafólk doyðu. Talan var um ferðafólk úr Bretlandi av Indiskum uppruna - tvær konur og eitt barn, sum varð føtt í januar í 2018. Bilurin var farin á glið við ein brúgv í økinum og, har átta ferðsluóhapp longu hava verið í ár. Tá bilurin rakti bilverjuna á brúnni brotnaði bilverjan, og bilurin datt átta metrar niður av brúnni.

Hettar skrivar Íslendska ríkisútvarpið, RUV. 

Í bilinum vóru sjeyð fólk. Umframt tey trý, ið doyðu, vóru mennirnir hjá konunum og tveir synir eisini í bilinum. Konurnar vóru føddar í 1979 og 1981 og vóru og ferðaðust við monnunum, sum eru beiggjar. 

RUV hevur eisini gjørt samrøðu við Ólafur Guðmundsson, sum er serfrøðingur í ferðslutrygdarserfrøðingur. Hann sigur, at brúgvin als ikki er nútíðarhóskandi, og at hann hevur gjørt vart við trupulleikan hjá bæði borgarstjórum og ráðharrum, men at onki hevur spurtst burturúr. 

Íslendski samferðslumálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, sigur, at ferðsluóhappi er ein áminning um, at meira má gerast fyri at betra um infrakervið. Hann heldur eitt nú, at tørvur er á at kanna bilverjur kring landið. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder